Avlopið hjá Trygd tódnað

Avlopið hjá Trygd tódnað
Avlopið hjá Trygd minkaði niður í helvtina í 2015 samanborið við árið fyri. Høvuðsorsøkin er, at skaðagjøldini vóru munandi størri í 2015
Avlopið hjá Trygd var 6,5 milliónir krónur í 2015, helvtina minni enn árið fyri, sigur tryggingarfelagið í tíðindaskrivi í morgun
 
04.03.2016 - 08:46

Avlopið hjá Trygd í 2015 var 6,5 milliónir krónur, boðar tryggingarfelagið frá í morgun. Hetta er ein afturgongd sammett við 2014, tá avlopið var 12,5 milliónir.

Grundin er, at skaðagjøldini vóru munandi størri í fjør enn árið fyri. Skaðaendurgjøld fyri egna rokning hækkaðu upp í 53,6 milliónir krónur samanborið við 49,2 í 2014.

Fyrra hálvár 2015 var tungt

Serliga fyrra hálvár 2015 var merkt av fleiri størri og miðalstórum eldskaðum, umframt at skaðarnir sum heild hava verið fleiri enn undanfarin ár.

Orsøkin er lutvíst, at Trygd hevur fingið fleiri viðskiftafólk, og at skaðarnir tískil eisini eru fleiri, skrivar felagið í tíðindaskrivi í morgun.

Ársúrslitið hjá Trygd fyri 2015 er tó í samsvari við tær ætlanir, ið vórðu lagdar, sigur felagið. Leiðslan í Trygd heldur úrslitið fyri 2015 er nøktandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109