Nógvur arbeiðsskaði í heilsurøktini

Nógvur arbeiðsskaði í heilsurøktini
Vandamestu arbeiðsplássini í Føroyum eru sjúkrahúsini og ellis- og røktarheimini. Fiskiídnaðurin er eisini væl við, vísa tøl
Av 168 fráboðanum um arbeiðsskaðar, sum Arbeiðseftirlitið fekk í 2014, er helvtin, 83, í bólkinum heilsa og røkt. Tað eru sjúkrahúsini og ellis- og røktarheimini
 
02.03.2016 - 10:54

Av 168 fráboðanum um arbeiðsskaðar, sum Arbeiðseftirlitið fekk í 2014, er helvtin, 83, í bólkinum heilsa og røkt. Tað eru sjúkrahúsini og ellis- og røktarheimini.

Fiskiídnaðurin er nummar tvey í yvirlitinum við 42 arbeiðsskaðum í 2014. Hagtølini fyri 2015 eru ikki tøk enn.

SÍ EISINI Grafikkur: Her eru vandamestu arbeiðsplásini

Í byggivinnuni vóru 15 skaðar fráboðaðir í 2014, 11 í jarnídnaði, níggju í flutningsvinnu og lossing, fýra í skúlum og dagsstovnum, tríggir í handlum og á skrivstovum, og ein arbeiðsskaði var í landbúnaðinum, sambært tølunum hjá Arbeiðseftirlitinum.

Fleiri kvinnur enn menn fáa skaða av sínum arbeiði, 91 í 2014. 77 menn fingu skaða. Orsøkin er, at flestu skaðar henda á arbeiðsplássum, sum fáast við heilsu og røkt.

Í bólkinum Heilsa og røkt fingu 72 kvinnur og 11 menn skaða í 2014. Síðani 2008 hevur Arbeiðeftirlitið fingið fráboðanir um 804 skaðatilburðir á arbeiðsplássum í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. mars
Bolero - Spæl føroyskt 2025
188515
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
188514
Sunnudag 2. mars
Kallið: "Vit hava øll eitt kall".
188430
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389