Fýra veiðiloyvi seld

Fýra veiðiloyvi seld
Síðani hetta landsstýrið tók við, eru fýra veiðiloyvi seld. Seinastu tíðina hjá undanfarnu samgongu vórðu seld tvey veiðiloyvi
Fýra veiðiloyvi eru seld, síðani hetta landsstýrið tók við. Seinastu tíðina hjá undanfarnu samgongu vórðu tvey veiðiloyvi seld
 
25.02.2016 - 16:41

Høgni Hoydal hevur svarað spurningum um millum annað skipini hjá Baglhólmi í Vági.  Høgni Hoydal svarar, at frá 1. januar til 31. august í fjør vórðu seld 24 fiskiskip, tvey teirra við veiðiloyvi, frá 1. september í fjør til 11. februar í ár eru seld 19 fiskiskip, fýra veiðiloyvi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum millum annað spurdi, hvørjar ítøkiligar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur um at steðga keypi og víðarisølu av fiskiloyvum.

Svarið er, at landsstýrismaðurin arbeiðir støðugt við at eftirmeta og finna ítøkiligar loysnir, sum á rættartryggan hátt kunnu steðga spekulasjón við loyvum og fiskirættindum.

SÍ EISINI Andstøðan: Bann setast fyri at selja fiskiloyvi

Kári P. Højgaard spurdi eisini um Asbjørn Senior, Tóruna K og Lopranshólm. Tá felagið, sum eigur Asbjørn Senior boðaði frá, at lánið í skipinum ikki var eitt útlendskt ábyrgdarlán, men eitt útlendskt veðlán, kom skipið inn undir lógina um vinnuligan fiskiskap.

Tí gav Fiskimálaráðið felagnum loyvi til at flyta veiðiloyvið á Asbjørn Senior. Eingin heimild er longur í lógini um vinnuligan fiskiskap at forða fyri, at feløg eru fíggjað hundrað prosent við lánspeningi.

Heimildin at krevja íløguførleika og eginpening varð strikað í 2007. Partafelagið Baglhólmur seldi Tóruna K við veiðiloyvi til nýstovnaða dótturfelagið, smápartafelagið Tóruna K.

SÍ EISINI Torført at fáa yvirlit yvir veiðiloyvir

Dagin eftir seldi Tórun K skipið aftur til móðurfelagið uttan veiðiloyvi. Vørn gav Tórunu K tilsøgn um veiðiloyvi á annað skip innan tvey ár sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Júst tað sama hendi við Lopranshólmi.

Tey bæði dótturfeløgini hjá Baglhólmi kunnu tí keypa sær skip aftur og fáa flutt veiðiloyvini á hesi skip fyri 1. januar 2018 og fáa fiskiloyvi til skipini.

Høgni Hoydal svarar, at hann veit ikki, hvør orsøkin var til hesi sínámillum keyp og sølur. Men Útvarpið hevur fingið at vita frá Baglhólmi, at skipini Tórun K og Lopranshólmur skulu seljast av landinum, men felagið vil hava veiðiloyvini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109