- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður sparkaður í høvdið
Maður sparkaður í høvdið
Løgreglan fekk fleiri fráboðanir í gjárkvøldið.
31.10.2015 - 09:55
Boðað varð frá eldi í einum bakaríði í Saltangará í gjárkvøldið. Sløkkiliðið á Skálafjørðinum fór á staðið, og eldurin varð sløktur.
Um trýkorter til ellivu í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at ein maður var sparkaður í høvdið. Hendingin fór fram á Áarvegnum í Havn. Løgreglan handtók ein mann, ið er undir illgruna fyri at hava sparkað. Maðurin, ið varð sparkaður, fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum.
Eisini fekk løgreglan fleiri fráboðanir um fólk, ið vóru ill í sær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV