- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfólkini flutt undan soppi
Starvsfólkini eru tó ikki farin so langt. Sambært Hilmari Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, hava tey gjørt ein fyribils leigusáttmála við Posta, um at leiga teirra bygning, meðan skrivstovubygningurin verður umvældur.
Tað eru luftkanningar inni í bygninginum, sum hava staðfest ov høg markvirði, sigur strandferðslustjórin. Strandfaraskip landsins leiga frá Vibergi Sørensen, sum eigur bygningin.
Sambært Viberg Sørensen hevur ringa inniluftin samband við, at fleiri lekar hava verið, millum annað um vindeyguni, og tað verður nú umvælt.
Eisini verður ein ventilasjónsskipan sett upp í bygninginum, sigur Viberg Sørensen. Hann væntar, at umvælingararbeiðið verður liðugt til jóla.