- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka dómin til eftirtektar
Kappingareftirlitið tekur dómin hjá Føroya rætti í málinum móti Vinnukærunevndini til eftirtektar, og farið verður ikki í Landsrættin við dóminum, sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari.
Tað vil siga, at avgerðin hjá Vinnukærunevndini um, at Kappingareftirlitið kann ikki avgera, um ein frágreiðing um umsitingargjaldið fyri føroysk realkredittlán hjá bankunum skal almannakunngerast.
Eina slíka avgerð eigur Kappingarráðið. Avgerðin hjá Vinnukærunevndini stendur tí við. Frágreiðingin verður ikki almannakunngjørd.
Vilja sleppa undan iva um mynduleikabýti
Kappingarráðið avgjørdi á fundi fyrrapartin at biðja Vinnumálaráðið broyta kappingarlógina, so sleppast kann undan ivanum um myndugleikabýtið millum Kappingareftirlitið og Kappingarráðið.
Kappingareftirlitið fekk ikki Føroya rætt at døma Vinnukærunevndina at viðurkenna, at eftirlitið kann taka ávísar avgerðir sambært kappingarlógini.
Føroya rættur vísti í gjár burtur sakarmálinum, sum Kappingareftirlitið fór undir fyri einum ári síðani. Kappingareftirlitið sigur, at avgerðin hjá Vinnukærunevndini broytir grundleggjandi arbeiðsbýtið millum eftirlitið og ráðið.