- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjey býlingar í nýggja miðbýnum
Sjey býlingar í nýggja miðbýnum
Teir sjey býlingarnir, sum verða í nýggja miðbýnum í Klaksvík, hava nú allir fingið navn
16.10.2015 - 08:41
Sjey býlingar vera í nýggja miðbýnum í Klaksvík, og teir hava nú allir fingið navn, stendur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Býlingarnir eita Torgið, Mentanarbryggjan, Kanalin, Nýggja Bussstøðin, Seyrugøtan, Áin og Sandurin og Vágsbøur. Býráðið hevur samtykt eina heildarætlan um miðbýin.
Torgið er fyrsta byggistigið. Bygging er longu byrjað har. Har verða bygdar 30 íbúðir og handlar. Torgið skal verða miðstøðin, ella hjartað, sum býráðið sigur, í nýggja miðbýnum. Torgið verður liðugt í 2017.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV