Kærdi og fekk viðhald

Kærdi og fekk viðhald
Kærunevndin í lendismálum hevur enn eina ferð broytt eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni um at nokta borgara at býta eitt grundstykki í tvey
Fyri aðru ferð hevur Kærunevndin í lendismálum broytt eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni um at nokta einum borgara í Tórshavnar kommunu at býta eitt grundstykki í tvey stykki
 
15.10.2015 - 18:13

Fyri aðru ferð hevur Kærunevndin í lendismálum broytt eina avgerð hjá Umhvørvisstovuni um at nokta einum borgara í Tórshavnar kommunu at býta eitt grundstykki í tvey stykki.

Umhvørvisstovan bygdi sína avgerð á ummæli hjá kommununi, sum hevði grannahoyring um málið. Fyrst í desember í 2013 bað Kærunevndin Umhvørvisstovuna viðgera málið av nýggjum.

Tað gjørdi Umhvørvisstovan, men avgerðin bleiv tann sama. Og aftur varð kært um avgerðina. Nú hevur Kærunevndin í lendismálum kolldømt avgerðina hjá Umhvørvisstovuni.

Loyvi eigur at vera latið

Loyvi til sundurbýti eigur at vera latið, sigur Kærunevndin. Kommunan mælti frá sundurbýti, tí tað var ikki í tráð við byggisamtyktirnar.

Kærunevndin sigur, at søkt varð um sundurbýtið, áðrenn almenna byggisamtyktin fyri økið varð broytt. Økið varð útstykkjað í 1964 eftir einari heildarætlan, og tá var eingin byggisamtykt fyri Tórshavn.

Útstykkingin í 1964 - hóast hon er gomul - kann framvegis sigast at vera galdandi fyri hetta ítøkiliga mál, tí ikki sæst, at nøkur onnur útstykkingarætlan er komin í staðin fyri hesa frá 1964, sigur Kærunevndin.

Søkt varð um at býta eitt grundstykki, sum er 798 fermetrar, í tvey. Umhvørvisstovan helt uppá, at málið er prinsipielt, men tað heldur Kærunevndin tó ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512