- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentamálaráðið farið í hernað móti happing
Trivnaðarætlanin skal dagførast eftir nýggju kanningini um happing. Skúlarnir skulu kunngera dagførdu trivnaðarætlanina á heimasíðu skúlans, skrivar Skúlablaðið. Fyrru ferð, Mentamálaráðið kannaði happing í fólkaskúlanum, var í 2007.
Tá fingu skúlarnir eisini at vita, at teir skuldu gera eina ætlan um mannagongdir at fyribyrgja og basa happing. Men funnist hevur verið at nógvum trivnaðarætlanum, tí tær eru ikki nóg ítøkiligar ella greiðar.
Nú Mentamálaráðið biður skúlarnar dagføra trivnaðarætlanina, hevur tað eisini gjørt ein faldara, sum lærarar og næmingar kunnu brúka evnisdagin, sum verður 21. oktober.
Vilja hava afturmelding frá skúlunum
Henda dagin, mikudagin í næstu viku, skulu allir skúlar viðgera úrslitini frá nýggju kanningini um happing og arbeiða við evninum trivnaður við atliti at sosiala felagsskapinum í flokkinum, skrivar Skúlablaðið.
Mentamálaráðið vil hava afturmelding frá skúlunum um, hvussu støðan er í einstøku flokkunum og skúlanum sum heild og hugskot og dømi um, hvussu arbeitt verður við trivnaði og happing.
Hetta skal verða gjørt fyri 9. november. Harafturat verður ráðstevnu við verkstovum um happing 12. og 13. november fyri øll starvsfólk í fólkaskúlanum.