- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Peningur má setast av til kt í skúlaverkinum
- Tøknin er har, og føroyski skúlin er búgvin. Nú vantar bara, at peningur verður settur av og markaður til talgilda menning. Tað staðfestir André F. Danielsen, lærari og telduvørður í Stranda skúla, í samrøðu við Skúlablaðið.
Stranda skúli var millum fyrstu skúlarnar í landinum, sum keyptu teldlar til allar sínar næmingar í 2011. Teldlarnir verða brúktir sum samskiftis-, lesi- og skriviamboð.
- Nú hava vit roynt teldlar í nøkur ár, og tað er eingin ivi hjá okkum, at tøknin gevur okkum møguleika at hava enn betri undirvísing, sigur André F. Danielsen við Skúlablaðið.
Eftirlýsir politiska kt-visjón
André F. Danielsen heldur, at Nám átti at fingið eina ávísa upphædd at menna nógv meiri talgilt tilfar, men tað skuldi eisini verið eitt krav, at ein partur verður boðin út, tí nógvir dugnaligir kt-mennarar eru aðrastaðni enn á Námi.
Hann eftirlýsir eisini ein politiska kt-visjón, sum sæst aftur í fígging, og at lærarar og skúlar fara at viðgera - ikki, um vit skulu hava talgildan skúla - men hvussu vit fáa best burtur úr talgilda skúlanum.
Seinni í hesum mánaðinum skipar Nám fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri øllum lærarum í skúlaverkinum um skúlan í netverkssamfelagnum.