- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongd komin á byggiætlan í miðbýnum
Gongd komin á byggiætlan í miðbýnum
Nú síggjast broytingar í miðbýarøkinum í Klaksvík, sum um eini tvey ár fer at standa liðugt sum Biskupsstorg
Mynd: Klaksvíkar Kommuna
06.10.2015 - 07:56
Í løtuni stoypir byggifelagið Kanjon fundamentini til bygningarnar á Biskupsstorgi, sum skulu hýsa 30 leiguíbúðum og handilsvirksemi.
Herfyri varð fyrsti stýrisfundur fyri miðbýarætlanina hildin. Har varð Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, kunnaður um gongdina í verkætlanini, og hann letur væl at arbeiðsgongdini.
SÍ EISINI Spakin setast í 1. apríl - gera nú forkanningar
- Tað er gott at síggja tær stóru broytingarnar á byggiplássinum, tí so líðandi fara bygningar eisini at taka skap, sigur hann við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.
Verkætlanin kostar umleið 90 milliónir krónur. Av hesum fara 65 milliónir til íbúðirnar, sum felagið Bústaðir byggir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV