- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarmálaráðið kannar sveiggj í mvg-inntøkum
Sambært nýggjastu metingunum hjá Fíggjarmálaráðnum verða inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi 66 milliónir krónur lægri enn higartil mett, hóast tað gongur væl í samfelagnum.
- Vit arbeiða við eini útgreining, sum verður latin Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sigur Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, við útvarpið.
Meirvirðisgjaldið fylgir ikki við
Hóast flestu pílarnir peika uppeftir í nýggjastu inntøkumetingunum hjá Fíggjarmálaráðnum, so fylgir meirvirðisgjaldið ikki við.
Sambært dagførdu metingunum vera inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi 66 milliónir krónur lægri enn higartil mett. Tað hendir samstundis sum Fíggjarmálaráðið roknar við at fáa nógv meira inn í skatti.
Hvørki í fíggjarlógaruppskotinum ella í búskaparfrágreiðingini, ið fylgir við uppskotinum, verður gongdin við fallandi mvg-inntøkunum útgreinað stórvegis.
Innflutningurin av brennievni minkaður 182 mió.
Víst verður bara á, at nógv virksemi er í landinum. Tí vaksa negativu uppgerðirnar av íløgu-mvg'num. Metingin byggir stórt sæð bara á, at soleiðis hevur verið onnur ár, tá nógv virksemi hevur verið í landinum.
Hetta er tó ikki øll orsøkin, staðfestir Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Íløgu-mvg'ið er vanliga ein forskjóting millum inntøkur og útreiðslur, ið javnar seg aftur.
Aðrar orsøkir til fallandi mvg'inntøkur kunnu vera, at minni verður keypt, at oljuprísurin er lækkaður og so framvegis. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár minkaði innflutningurin av brennievni heili 182 milliónir krónur.
Landsskatturin 45 mió. hægri enn mett
Verður hetta gongdin alt árið í ár, so minkar innflutningurin góðar 300 milliónir. Meirvirðisgjald verður roknað av brennievni, ið verður selt privatfólki, meðan fyritøkur fáa mvg'ið endurrindað.
Greiningin hjá Fíggjarmálaráðnum av lækkandi mvg'inntøkunum skal vera tøk, tá fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2016, upplýsir Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.
Nýggju metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa annars, at landsskatturin verður 45 milliónir krónur hægri enn higartil mett.
Hægstarættardómur sæst aftur
Felagsskatturin verður 26 milliónir hægri, kapitalvinningsskatturin verður 130 milliónir krónur hægri enn higartil mett, og inntøkurnar frá skrásetingargjaldi vera 19 milliónir hægri.
Skattainntøkurnar byggja á staðfest mánaðarlig tøl, umframt búskaparvøksturin í landinum. Høvuðsorsøkin til økta kapitalvinningsskattin er at finna í hægstarættardóminum í mars.
Har fekk TAKS viðhald og tí kann krevja okkurt um 75 milliónir krónur í kapitalvinningsskatti frá partaeigarunum í Varðanum. Teir pengarnir verða nú inntøkuførdir sum kapitalvinningsskattur fyri 2015.
Nógv útgoldið í vinningsbýti
Eisini hava fyritøkur útgoldið lutfalsliga nógv í vinningsbýti, og tað gevur fleiri inntøkur til landskassan enn roknað varð við. Hinvegin verða avgjøldini á alivinnuna og fiskivinnuna lægri, sambært nýggjastu metingini.
Avgjald á fiskatilfeingi verður sambært nýggjastu metingini 26 milliónir lægri enn higartil mett, og loyvisgjaldið á alivinnuna verður 20 milliónir lægri.
Samanumtikið fær landskassin 74 milliónir krónur meira í inntøku í ár enn roknað var við, tá fíggjarlógin fyri 2015 varð samtykt. Tá er hædd tikin fyri, at gjaldið til barsilsskipanina er flutt av fíggjarlógini í serligan grunn.