- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 milliónir mangla í roknskapinum
Feilirnir vórðu funnir, tá Strandferðslan kom inn í Búskaparskipan Landsins. Tær 10 milliónirnar verða tiknar við í landsroknskapin fyri 2014, sum av tí sama gerst 10 milliónir verri enn ætlað.
Roknskapirnir hjá Strandferðsluni síðstu árini hava ikki víst røttu myndina av fíggjarstøðuni hjá stovninum.
Tað staðfestir ein frágreiðing, sum er gjørd í kjalarvørrinum av at Strandferðslan 1. januar í fjør varð løgd beinleiðis undir felags roknskaparskipanina hjá tí almenna, tí sum nevnist Búskaparskipan Landsins.
Mannagongdir broyttar
Í praksis merkir tað, at nú verða allar útreiðslur og inntøkur hjá Strandferðsluni bókaðar beinleiðis í felags Búskaparskipanini.
Frammanundan vórðu bara høvuðstølini send Búskaparskipanini, soleiðis at tey kundu brúkast í landsroknskapinum. Tá hetta arbeiðið varð gjørt, varnaðust tey, at tølini stemmaðu ikki.
Síðani hevur Leiðslan á Strandferðsluni, grannskoðaravirkið Januar og Gjaldstovan í felag gingið ígjøgnum allar roknskapirnar síðstu nógvu árini.
Frávik hava verið fyrr
Ítøkiliga er talan um 9,9 milliónir krónur, sum eru á muni millum tað, sum stovnurin sigur seg hava brúkt - og tað sum er fráboðað til landsroknskapirnar síðstu árini. Frávik eru í roknskapunum fyri 2007, 2008, 2012 og 2013.
Talan er um feilir av ymsum slag, sum í stuttum kunnu lýsast soleiðis, at Strandferðslan í egnum roknskapi hevur havt nakrar saldo'ir, sum ikki eru rapporteraðar til búskaparskpanina hjá tí almenna.
Munurin, tær 9,9 milliónirnar, er útgreinað í felags frágreiðing. Í landsroknskapinum fyri 2014, sum varð latin løgtinginum í summar, verður staðfest, at:
"tølini, sum vóru fráboðað til Búskaparskipan Landsins, ikki vóru røtt, og at hesi fjaldu út yvir eina nýtslu upp á 9,9 milliónir krónur."
- Munurin sera stórur
Síðstu árini eru at kalla allir, almennir stovnar komnir beinleiðis undir Búskaparskipan Landsins. Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, upplýsir fyri útvarpinum, at tað hevur ikki verið óvanligt, at frávik eru staðfest í hesum sambandi.
Orsøkirnar kunnu vera, at stovnarnir hava brúkt tulkingar og roknskapar-prinsipp, sum víkja frá teimum standardum, sum verða brúktir í Búskaparskipan Landins.
- Men í málinum við Strandferðsluni er munurin sera stórur, staðfestir Leif Abrahamsen. Stjórin á Gjaldstovuni vil ikki beinleiðis siga, hvørt Strandferðslan hevur brúkt pengar í heimildarloysi.
Hann vísir til áðurnevndu frágreiðing. Men Gjaldstovan hevur valt at bóka hesar 9,9 milliónirnar sum eina nýtslu í landsroknskapinum fyri 2014. Eina nýtslu, sum eingin játtan var til, staðfestir Leif Abrahamsen.
Frágreiðingin send Landsgrannskoðanini
Frágreiðingin, ið staðfestir meirnýtsluna á 9,9 milliónir, er somuleiðis send Landsgrannskoðanini. Eisini Beinta Dam, landsgrannskoðari, er varin, tá hon verður spurd um pengar eru brúktir í heimildarloysi:
- Men man hevur í øllum føri brúkt meira enn játtanin sigur, staðfestir Beinta Dam. Landsgrannskoðanin sigur seg ongan møguleika hava havt at fanga feilin.
- Higartil hava vit bara sæð tølini, sum stovnurin sjálvur hevur rapporterað. Eru hesi tøl skeiv, so hava vit ongan møguleika at eftirkanna tað, sigur Beinta Dam.
Umrøða málið hósdagin
Strandferðslan kom sum nevnt ikki undir Búskaparskipan Landsins fyrr enn 1. januar í fjør. Stovnurin hevur higartil havt privata grannskoðan. Men tað er nú eisini broytt, soleiðis at roknskapurin fyri 2015 verður grannskoðaður av Landsgrannskoðanini.
Fyri almennu Føroyar merkir staðfesta meirnýtslan, at 9,9 milliónir krónur eru bókaðar sum ein útreiðsla, undir yvirskriftini "óvanligt", í landsroknskapinum fyri 2014.
Løgtingsgrannskoðararnir skulu nú viðgera landsroknskapin fyri 2014, áðrenn hann verður lagdur fyri Løgtingið at góðkenna. Nývaldu løgtingsgrannskoðararnir hava sín fyrsta fund fyrrapartin í morgin.
- Tá verður málið við Strandferðsluni umrøtt, sigur Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar.