- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er aftur fiskaarbeiði í Skopun
Eftir steðg í nærum tríggjar mánaðir, byrjaði fiskaarbeiði aftur á fiskavirkinum í Skopun í morgun.
Virkið hevur keypt frystan tosk frá línubátinum, Kambi, sum hevur roynt undir Grønlandi. Teir høvdu 230 tons av toski.
Fiskavirkið í Skopun byrjaði aftur um mánaðarskiftið januar/februar.
Goymslan full í summar
At byrja við keypti virkið frystan tosk úr Noregi, sum var lættsaltaður. Men tað gekk heldur striltið at fáa veruliga gongd á, og í summar var goymslan full. Tí bar ikki til at virka meiri.
Hans Jákup Mikkelsen sigur, at nú er mestsum alt selt, sum var á goymslu, og tí ber til at byrja aftur.
- Vit eru komin um tað ringasta, og nú er bert ein spurningur at fáa nóg mikið av fiski, so tað verur støðugt arbeiði á virkinum, sigur hann.
Virkið í Skopun ætlar at leggja seg eftir at keypa frystan fisk frá føroyskum skipum, bæði trolarum og línubátum.
Fíggja sjálvir raksturin
Marine Harvest gjørdi í fjør av at seta pening í virkið í Skopun, og felagið fíggjar sjálvt rakturin av virkinum.
- Og verður nóg mikið av fiski at fáa, so er ætlanin, at støðugari arbeiði skal vera á virkinum, sigur stjórin í Marine Harvest.
Lættsaltaði saltfiskurin hjá virkinum í Skopun verður fyri tað mesta seldur til Spania, og nakað verður selt til Italia.
Umleið 40 fólk faraat arbeiða á virkinum, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest.