Stjórnarráðini broyta navn

Stjórnarráðini broyta navn
Heilsumálaráðið eitur ikki longur bara Heilsumálaráðið. Og nú hava vit eisini fingið eitt Samferðslumálaráð
Trý stjórnarráð í landsfyrisitingini hava broytt navn eftir løgtingsvalið. Eitt av ráðunum er Heilsumálaráðið, sum nú eitur Heilsu- og innlendismálaráðið
 
19.09.2015 - 17:34

Trý stjórnarráð í landsfyrisitingini hava broytt navn. Hetta er gjørt fyri at nøvnini skulu samsvara meira við arbeiðsuppgávurnar hjá nýggju landsstýrisfólkunum.

Í gjár lýsti løgmaður málsøkjabýtið í kunngerð. Har er greitt, at nýggja ráðið, ið higartil hevur verið nevnt Innlendismálaráðið, eitur nú Samferðslumálaráðið. Henrik Old er landsstýrismaður í samferðslumálum.

Uttanríkismál flutt av Løgmansskrivstovuni

Heilsumálaráðið broytir eisini navn. Tað eitur nú Heilsu- og innlendismálaráðið. Sirið Stenberg er sostatt landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Uttanríkismál eru flutt av Løgmansskrivstovuni í Vinnumálaráðið. Tískil verður nýggja heitið Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Poul Michelsen er landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Hini stjórnarráðini eru Løgmansskrivstovan, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Almannamálaráðið og Mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109