- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varpa ljós á seksuel evni í viku seks
Hendan vikan er vika seks.
Og felagsskapurin Kyn skipar enn einaferð fyri Viku sex, har ljós verður varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað hjá føroyskum ungum.
Á sætta ári á rað fáa føroyskir miðnámsskúlanæmingar og onnur ung í háskúla og ungdómshúsum undirvísing frá Kyni um kropp, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, sex, mørk og rættindi.
Undirvíst verður í Suðuroynni, Vestmanna, Saltangará, Klaksvík og í Havn.
Læra um fyribyrging
Umframt seksualundirvísing, fer Kyn at hava básar í miðnámsskúlunum, har næmingarnir kunnu síggja ymiskar fyribyrgingarhættir og fáa at vita, hvussu ein spiralur verður lagdur.
Kyn hevur gjørt nýggja heimasíðu, www.kyn.fo, sum skal vera føroyskur pallur fyri ung, har tey kunnu leita sær vitan um seksuel evni.
Heimasíðan hevur eisini ein brævkassa, har ung dulnevnt kunnu spyrja.
Kyn sigur seg vita frá føroyskari gransking, at føroysk ung fáa meginpartin av teirra kunning um seksuel evni frá sínum vinum.
Tey halda seg vanta nógva vitan um seksualitet og kynslív.