![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/nettrygdaraetlan_08.09.2023.jpg?itok=9I0on6xq)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar: Uppskotið um nettrygd er ófullfíggjað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/shutterstock_1794130912.jpg?itok=Izidn5Ud)
Hóast lógaruppskotið um nettrygd er sent til hoyringar, er uppskotið ikki liðugt.
Talan er um eitt umfatandi uppskot, sum leggur týðandi byrðar á privat feløg og almennar myndugleikar.
Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í sínum hoyringarskrivi til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.
Uppskotið byggir á nettrygdarætlanina, sum landsstýrið kom við fyri einum góðum ári síðani.
Í henni eru átta strategisk mál og 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026.
Landsstýrið ætlar at leggja uppskotið um nettrygdarlóg fyri løgtingið í vár.
Tá nettrygdarætlanin var løgd fram í fjør. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ikki búgvið
Arbeiðsgevarafelagið sigur, at uppskotið, sum var sent til hoyringar, er ófullfíggjað og tí ikki búgvið at senda til hoyringar.
Felagið sigur, at ongar serligar viðmerkingar eru til greinarnar 7 til 72 í lógaruppskotinum.
Tað er torført og í summum førum ógjørligt at viðmerkja eitt uppskot, har skrivligu viðmerkingarnar ikki greiða frá, hvat ætlanin er við ásetingini, og hvussu hon skal skijast, siga arbeiðsgevararnir.
Arbeiðsgevarafelag mælir landsstýrinum til at gera uppskotið liðugt fyrst. Tað kann so leggjast fyri løgtingið á ólavsøku.
Felagið hevur tó nógvar viðmerkingar um uppskotið, hóast tað, sambært felagnum, ikki er liðugt.
Men tað tilskilar sær rætt til at koma við fleiri viðmerkingum, tá felagið hevur lisið lidna uppskotið, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, sum sigur seg taka undir við endamálinum við uppskotinum.