- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjaldið fyri vøggustovupláss lækkar
Tað verður eitt sindur bíligari hjá fólki í Tórshavnar kommunu at hava børn í vøggustovu.
Býráðið samtykti í gjár at lækka vøggustovugjaldið.
Kommunan kunngjørdi annars eina viku fyri jól í fjør, at gjaldið hækkaði 1. januar.
Tað skuldi hækka 377 krónur, upp í 4.019 kr. um mánaðin.
Nú lækkar tað 298 kr., niður í 3.721 kr.
Foreldragjaldið er 25 prosent
Foreldragjaldið var 27 prosent av tí, tað kostar at reka dagsstovnarnar í kommununi. Tað er nú 25 prosent.
Tað var ikki ein einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjár, tí Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen atkvøddu blankt.
Teir skutu upp saman við Tróndi Sigurðsson og Kára Johansen at lækka vøggustovugjaldið niður í 20 prosent og barnagarðsgjaldið niður 25 prosent av tí, tað kostar at reka dagsstovnarnar.
Tað uppskotið fall.
Tað fer at kosta kommununi 1,8 milliónir krónur at lækka foreldragjaldið fyri vøggustovupláss.