Vøggustovugjaldið lækkar, men gjaldið er kortini størri enn í fjør

Vøggustovugjaldið lækkar, men gjaldið er kortini størri enn í fjør
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, lovar, at gjaldið fer ikki upp um 4.000 kr. í hesum valskeiðnum
Tórshavnar býráð hevur samtykt at lækka gjaldið fyri vøggustovupláss.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
31.01.2025 - 13:47

Tað er og verður dýrari at hava børn á stovni í Tórshavnar kommunu í 2025 enn tað var í 2024, hóast býráðið í gjár samtykti at lækka vøggustovugjaldið umleið 300 krónur.

Men lækkingin stendur ikki í mát við hækkingina, sum kommunan boðaði frá í desember. 

Fyri jól var boðað frá, at dagstovnagjøldini í Tòrshavnar kommunu skuldu hækka.

Men nýggi meirilutin í býráðnum helt, at hækkingin var ov stór, og tók stig til at lækka vøggustovugjaldið.

Men hækkingin í desember ger, at lækkingin ger ikki  tann stóra munin.

 

Elsa Berg, borgarstjóri. 

 

Hóast gjaldið er størri enn í 2024, heldur Elsa Berg, borgarstjóri, fast við, at talan er um eina lækking. 

Vøggustovugjaldið lækkar úr 4.019 krónur niður í 3.721 krónur. Og borgarstjórin lovar, at gjaldið fer ikki upp um 4.000 krónur næstu fýra árini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31012025_Elsa_Berg

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV