- Tíðindi, mentan og ítróttur
Felagstilbúgvingin keypt bjargingarbát
Felagstilbúgvingin keypt bjargingarbát
Talan er um skjóttgangandi bát, sum verður staðsettur á Tvøroyri
Mynd: Eysturoyarportalurin
03.02.2025 - 08:35
Leygardagin fekk felagstilbúgvingin hjá Fámjins, Hvalbiar og Tvøroyrar kommununum bjargingarbátin, sum er keyptur frá Eysturkommunu.
Talan er um skjóttgangandi bát, sum verður staðsettur á Tvøroyri.
Tað var tilbúgvingarleiðarin í Eysturkommunu, Gunnar Olsen, sum handaði bjargingarbátin, sum fær navn ein av fyrstu døgunum.
Báturin, sum er keyptur fyri 175.000 krónur, er ein RIB-bátur av slagnum Valiant S750. Hann hevur 250 hestar og kann sigla stívliga 50 míl.
Hann hevur nýggj siglingartól.
Báturin stendur á vogni og tí er skjótt og lætt at flyta hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV