Hava fingið ein mánað aftrat at skriva álit um Húsalánsgrunnin

Hava fingið ein mánað aftrat at skriva álit um Húsalánsgrunnin
Freistin hjá fíggjarnevndini er longd til 28. februar
Løgtingsgrannskoðararnir vilja millum annað hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at dagføra lógina um Húsalánsgrunnin. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.01.2025 - 10:15

Fíggjarnevndin er framvegis ikki farin at viðgera uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum um Húslánsgrunnin.

Fyrsta viðgerð var í tinginum 6. desember.

Fíggjarnevndin skuldi tí fyri langari tíð síðani havt skrivað álit.

Nevndin bað og fekk fyrst freist til í dag, 31. januar. Men nú hevur hon biðið um og fingið freist til 28. februar.

Nevndin er ikki farin at viðgera málið enn, sigur hon.

Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing um støðuna í Húsalánsgrunninum fyri løgtingið. 

Teir vilja millum annað hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at dagføra lógina um Húsalánsgrunnin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV