- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varskógvaraskipan komin í samgonguskjalið
Miðað verður eftir at fáa eina varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk.
Tað hevur nýggja samgongan sett sær fyri og skrivað í fylgiskjalið til samgonguskjalið.
Og í morgin ber til hjá teimum, sum ikki longu vita tað, at fáa at vita, hvat ein varskógvaraskipan er.
Tá skipar Starvsmannafelagið fyri fundi um whistleblowing, sum er altjóða orðið um tað, tá fólk gera vart við slíkt, sum tey ikki halda ruggar rætt, tí samvitska teirra krevur, at tey avdúka skeivkleikar.
Hans Petur varskógvaði
Á fundinum heldur Hans Petur Joensen fyrilestur. Hans Petur Joensen var fíggjarleiðari hjá Strandfaraskipum landsins, men misti starvið, tí hann vendi sær beinleiðis til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum við upplýsingum um fíggjarstøðuna hjá stovninum.
Á fundium fara tveir politikarar, annar fyri og hin ímóti varskógvaraskipan, at kjakast.
Fundurin er á Fólkafundinum í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan hálvgum fimm.
Samgongan feldi uppskot
Í vár feldi samgongan, sum tá var, eitt uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi um varskógvaraskipan hjá fólki, sum arbeiða hjá landi ella kommunum.
Samgongan helt, at ein slík varskógvaraskipan er óneyðug.
Starvsfólk hava longu sum er bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum, segði samgongan.
Og starvsfólk hava nógvar møguleikar til tess. Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í løgtinginum, segði samgongan tá.