Árni Ellefsen gott boð upp á nýggjan stjóra

Árni Ellefsen gott boð upp á nýggjan stjóra
Stine Bosse, nevndarforkvinna í BankNordik, væntar, at nýggjur stjóri er settur um nakrar mánaðir
 
18.09.2015 - 08:14

Árni Ellefsen, sum mikudagin gjørdist forstjóri í BankNordik fyribils, tí Janus Petersen varð koyrdur, er eitt gott boð upp á nýggjan forstjóra í bankanum.

Stine Bosse, forkvinna í nevndini í BankNordik, sigur við Berlingske Business, at tey nú fara at leita eftir forstjóra.

Men, sigur hon, Árni Ellefsen hevur ein góðan profil. Forstjórin skal sjálvandi kenna fíggjargeiran, men eisini hava antin beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til Føroya.

Árni Ellefsen skal á vektina saman við øðrum, sum kunnu fáa starvið, sigur Stine Bosse.

Nýggjur stjóri num 2-3 mánaðir

Hon væntar, sambært Berlingske Business, at BankNordik hevur fingið nýggjan forstjóra um tveir-tríggjar mánaðir.

Í gjár væntaði FinansWatch, at Spar Nord í Ålborg hevur hug á donsku vinnulánunum hjá BankNordik, tey eru hálvonnur milliard krónur.

Sambært Belingske Business hevur Jyske Bank eisini áhuga fyri donsku vinnukundunum hjá BankNordik.    
        

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512