16 tingfólk fyri at broyta hjúnabandslógina

16 tingfólk fyri at broyta hjúnabandslógina
Sosialurin hevur spurt øll 33 tingfólkini, hvørja støðu tey hava til, at tvey av sama kyni kunnu verða vígd borgarliga
 
18.09.2015 - 10:03

16 løgtingslimir siga seg vilja atkvøða fyri at broyta hjúnarbandslógina, soleiðis at samkynd eisini kunnu giftast borgarliga.

Tað vísir eitt spurnarumfar hjá Sosialinum.

Blaðið spurdi í gjár øll 33 tingfólkini, hvørja støðu tey hava til lógaruuppskot, sum broytir hjúnarbandslógina til eisini at umfata borgarliga vígslu millum tvey av sama kyni.

16 tinglimir siga seg vera fyri, 11 eru ímóti og seks tinglimir hava annaðhvørt ikki tikið støðu, ella vilja ikki svara spurninginum.

Uppskotið ikki komið í tingið

Tá løgtingið hevði sín fyrsta fund týsdagin boðaði Sonja Jógvansdóttir, sum tá var løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, frá, at hon beinan vegin tann dagin fór at lata løgtingsskrivstovuni lógaruppskot um at broyta hjúnarbandslógina. 

Lógaruppskotið er tó framvegis ikki latið løgtingsskrivstovuni.

Sonja Jógvansdóttir, sum nú er uttanflokkatingkvinna, sigur við útvarpið, at hon fyribils hevur valt at bíða við at leggja uppskotið fram. Hon vil hava onnur løgtingsfólk til at leggja tað fram saman við sær, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109