Vænta verri úrslit í Klaksvík næsta ár

Vænta verri úrslit í Klaksvík næsta ár
Rakstrarúrslitið hjá kommununi verður mett til 43 milliónir kr., 5,2 mió. kr. minni enn í ár
 
17.09.2015 - 09:41

Raksturin hjá Klaksvíkar kommuna fer at geva slakar 5,2 mió. kr. minni næsta ár enn í ár.

Býráðið í Klaksvík fer í kvøld at viðgera fyrsta uppskotið um fíggjarætlan fyri 2016.

Sambært uppskotinum verður úrslitið slakar 42,9 milliónir næsta ár, slakar 5,2 milliónir minni enn í ár. 

Íløgur og avdráttir eru ikki við í uppskotinum, sum umsitingin hjá kommununi hevur gjørt og Fíggjarnevndin hevur lagt fyri býráðið. 

Sambært uppskotinum skal Klaksvíkar kommuna rinda sjey milliónir krónur í rentum í 2016.

Roknað er við hálvari aðrari millión meira í inntøkum og, at raksturin fer at kosta 6,7 milliónir meira enn í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109