- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið í Føroyum søguliga høgt
Í 12 mánaðar skeiðinum 1. august í fjør til 1. august í ár var burðaravlopið 229 og nettotilflytingin 310. Hetta gevur fólkavøkstur á 539. Tað er fyrstu ferð, at vit eru komin upp um 49.000 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan.
Spurningurin er nú, um fólkatalið eisini fer at verða oman fyri 49 túsund, tá tølini fyri august verða gjørd upp. Tí júst august er tann avgerandi mánaðurin, tá ung í stórum tali fara av landinum í lestrarørindum. Tá plagar fólkatalið at minka munandi.
Um so verður, at august í ár verður áleið sum í fjør, so skuldi fólkatalið kunnað hildið seg oman fyri 49 túsund, eisini tá stóri fráflytingarmánaðurin er farin afturum, skrivar Hagstovan.