- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfólkatalið í ALS endurskoðast
Tingfólk í bæði samgongu og andstøðu søgdu í vár, at ALS kostar ov nógv at umsita. Slíkar atfinningar kann stýrið ikki lata fara aftur við borðinum, sigur stýrisformaðurin, Eyðfinnur Jacobsen.
Stýrið í ALS er farið at viðgera starvsfólkatalið hjá Arbeiðsloysisskipanini eftir at fólk í Vinnunevndini hjá løgtinginum í vár funnast at útreiðslunum hjá ALS til umsiting.
Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, vil ikki siga nakað um vigerðina enn, tí hon er ongan veg komin, sigur hann. Viðgerðin heldur fram á næsta stýrisfundi fyrst í oktober.
Tingfólk settu spurnartekin við útreiðslurnar
Starvsfólkatalið hevur samband við fíggjarætlanina hjá ALS fyri 2016. Tá Løgtingið í vár viðgjørdi broytingar í ALS-lógini, settu tingfólk bæði í samgongu og andstøðu spurnartekin við útreiðslurnar til umsiting hjá ALS.
Millum annað segði Hanus Samró, at tað er serstakliga óheppið, at Arbeiðsloysisskipanin ikki tekur í egnan barm, tí nógv bendir á, at nú eru fleiri starvsfólk, sum umsita færri arbeiðsleys.
Hinir samgongumenninir í Vinnunevndini mæltu eisini til at endurskoða útreiðslurnar til umsitingina hjá ALS. Tað kostar alt ov nógv at umsita ALS, søgdu teir.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin settu eisini spurnartekin við umsitingarútreiðslurnar hjá ALS.
Lønirnar tvífaldaðar eftir fýra árum
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at ALS-stýrið kann ikki lata tað fara aftur við borðinum, tá politikarar finnast at ALS. Men hvat úrslitið verður viðvíkjandi starvsfólkatalinum hjá ALS veit hann einki um enn.
Í 2009 arbeiddu 17 fólk hjá ALS, fýra ár seinni, í 2013, vóru tey 32. Men lønirnar vóru tvífaldaðar hesi árini. Tær vóru 6,3 mió. kr. í 2009 og 15 mió. kr. í 2013.
Ein orsøk er, at virksemið hjá ALS er broytt og krevur nú fólk við hægri útbúgvingum. Tey fáa meira í løn enn skrivstovufólk. Sambært heimasíðuni hjá ALS eru 35 fólk í starvi har nú, og tá er Fjølsmiðjan tald við.