- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættingar fyri umleið 30 milliónir
Talan er serliga um hækkingar í mvg-skylduni og skattskyldigu inntøkuni hjá fyritøkum. Eisini eru fleiri rættingar í kapitalvinningsskatti, persónsskatti, rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.
Á tolløkinum er eisini forðað fyri innflutningi av 663,1 grammi av hassji, umframt nakað av amfetamini og øðrum ólógligum og vandamiklum evnum, skrivar taks.fo
- Vit meta ikki, at støðan er verri enn tað, sum vit hava sæð síðstu árini. Flestøll hava gott skil á sínum fíggjarviðurskiftum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
- Tølini vísa, at tað er neyðugt hjá TAKS at hava vælvirkandi eftirlit, soleiðis at alt er so rætt, sum til ber, sigur stjórin sambært heimasíðuni hjá TAKS.