- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sluppu at síggja skjøl undir tagnarskyldu
Danska Fíggjareftirlitið gav í september í 2010 føroyska Fíggjarmálaráðnum loyvi til at lata síni fólk sleppa fram at skjølum í Eik Banka, men tey skuldu undirskriva tagnarskyldu fyrst.
- Tvey embætisfólk úr Fíggjarmálaráðnum vóru í nakrar dagar í Eik og hugdu í bøkurnar hjá teimum, og eg haldi, at tey vóru eitt sindur sjokerað av, at tað var so galið.
Tað segði Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum í 2010, tá Grein 19 nevndin hjá løgtinginum spurdi hann um lutin hjá Fíggjarmálaráðnum, tá Eik samtakið skrædnaði.
Sjálvsagt at landsstýrismaðurin fekk upplýsingar
Petur Alberg Lamhauge sigur um árliga fundin í Keypmannahavn tann 19. august 2010 um støðuna hjá peningastovnunum í Føroyum, at Brian Mikkelsen, ráðharri, av sínum eintingum segði tað vera sjálvsagt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær upplýsingar um støðuna í føroyskum peningastovnum samstundis sum danski búskapar- og vinnumálaráðharrin.
Men tá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, tann 24. september fekk at vita frá Brian Mikkelsen um skilið í Eik, hevði ráðharrin longu havt hesa vitan í tveir dagar.
SÍ EISINI Visti um ringu støðuna í samtakinum
Petur Alberg Lamhauge og Jóannes Eidesgaard eru samdir um, at tað, teir fingu at vita á fundunum við Brian Mikkelsen, Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti 19. og 20. august í 2010, gav onga orsøk til at stúra fyri Eik.
Bara fimm vikur seinni kollsigldi Eik samtakið. Í einari roynd at bjarga tí, sum bjargast kundi, helt Brian Mikkelsen, at til bar at loysa Eik í Føroyum og Eik í Danmark sundur, tí ein trygd úr Føroyum knýtti bankarnar saman.
Men eftir at hava kannað tað í tveir dagar, komu boð úr Danmark um, at tað bar ikki til. Eitt ástøði í 2010 var, at slapp Eik í Føroyum undan trygdini hann hevði latið Eik í Danmark, so hevði borið til at bjarga Eik í Føroyum, meðan Eik í Danmark var farin.