Fíggjarligt støðufesti heldur tætt

Fíggjarligt støðufesti heldur tætt
Fíggjaligt støðufesti vil ikki upplýsa, um nakar áhugi er at kappast við TF Holding um partabrøvini í Eik banka. Freistin at bjóða fór mánadagin
Mánadagin fór freistin hjá teimum, sum høvdu hug at bjóða upp á tey 30 prosentini av Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur. Fíggjarligt støðufesti vil ikki upplýsa, um nakar áhugi er at kappast við TF Holding um partabrøvini
 
27.08.2015 - 09:18

Mánadagin fór freistin hjá teimum, sum høvdu hug at bjóða upp á tey 30 prosentini av Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur. Men Fíggjarligt støðufesti vil ikki upplýsa, um nakar áhugi er at kappast við TF Holding um partabrøvini.

TF Holding keypti í februar í 2011 70 prosent av Eik frá Fíggjarligum støðufesti, sum 30. september í 2010 tók við Eik banka eftir skrædlið har.

Tá TF Holding keypti tey 70 prosentini, varð gjørd ein partaeigaravtala við Fíggjarligt støðufesti um forkeypsrætt.

Vilja ikki vátta prís

"Um TF Holding velur at keypa tey írestandi 30 prosentini í 2015 skulu teir gjalda 293 mió. kr. fyri hesi partabrøv," stóð í einari fráboðan, sum Kappingareftirlitið fekk í januar 2011.

Nú eru vit í 2015, og 10. august boðaði Fíggjarligt støðufesti frá, at tey 30 prosentini í Eik verða seld í ár.

Men um prísurin er 293 milliónir vilja hvørki stjórin í TF Holding, Súni Schwartz Jacobsen, ella stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, vátta nú.

Tann, sum bjóðarm mest, sleppur at keypa

Stjórin í Fíggjarligum støðufesti segði við Útvarpið tann 12. august, at forkeypsrætturin er ikki meira bindandi enn so, at bjóðar onkur hægri enn TF Holding og TF Holding ikki er sinnað at lata so nógv, so fær hin, sum bjóðar tey 30 prosentini.

Annars verður kappbjóðing um tey 30 prosentini og tann, sum bjóðar mest, sleppur at keypa. Ein møguleiki er, at í treytaðu keypsavtaluni millum TF Holding og Fíggjarligt støðufesti, sum nú er gjørd, er ein annar prísur enn 293 mió. kr.

Fyrst í juni segði Súni Schwartz Jacobsen við Útvarpið, at spyr Fíggjarligt støðufesti TF Holding, um TF Holding vil keypa partabrøvini, er als ikki vist, at prísurin er 293 mió. kr. Tað er hann neyvan.

Ætla at selja fyri árslok

Súni Schwarts Jacobsen segði, at tekur Fíggjarligt støðufesti stig til at selja - og tað er júst tað, sum nú er hent - er ein onnur mekanisma galdandi, sum hann málbar seg.

Spurdur, um prísurin tá er lægri enn 293 mió. kr., svaraði hann, at tað er ikki óhugsandi. Súni Schwarts Jacobsen, stjóri í TF Holding, hevur heldur onga viðmerking, nú freistin hjá øðrum at boða frá áhuga fyri partabrøvunum í Eik er farin.

Fíggjarligt støðufesti svarar, at haðani fæst einki at vita, fyrr enn sølan er avgreidd. Ætlanin er at selja fyri árslok.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982