Minni útflutningur av laksi

Minni útflutningur av laksi
Fyri fyrstu ferð í langa tíð er útflutningurin av alifiski ikki vaksin. Umleið 10% minni vórðu útflutt fyrra hálvár í ár samanborið við 2014
Trý túsund færri tons eru útflutt av laksi fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í 2014
 
25.08.2015 - 10:45

Føroyski útflutningurin var 230 milliónir kr. hægri fyrra hálvár í ár, í mun til somu tíð í fjør, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski meir enn tvífaldaðist í krónum, meðan nøgdin var helvtina størri enn í fjør. Talan var um 87.000 tons, fyri 527 milliónir kr.

Nøgdirnar minkaðu

Útflutningurin av botnfiski vaks nógv í virði, men nøgdirnar minkaðu. Fyri fyrstu ferð í langa tíð er útflutningurin av alifiski ikki vaksin.

Trý túsund færri tons eru útflutt, og svarar tað til góðar 100 milliónir. Tað er ein minking á uml. 10%.

Hóast minkingina er alifiskurin framvegis ein sera stórur partur av útflutninginum, og fyrstu 6 mánaðirnar er laksur 43% av samlaða útflutninginum av fiskavørum. Fyrra hálvár í fjør var laksurin 50%.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948