Grein 19 nevnd mælir til at endurskoða lógirnar

Grein 19 nevnd mælir til at endurskoða lógirnar
Landsstýrisfólkið í lógarmálum eigur at kunnu seta kanningarnevndir at kanna viðurskifti, sum hava týdning fyri almenningin
Grein 19 nevndin hjá Løgtinginum, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við grunninum, mælir til at umhugsa lóggávu um aðrar serligar kanningarnevndir enn tær, sum ber til at seta í Føroyum nú
 
21.08.2015 - 09:30

Løgmálaráðharrin í Danmark hevur heimild at seta kanningarnevndir, men í Føroyum finst hesin møguleikin ikki.

Grein 19 nevndin hjá Løgtinginum, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við grunninum, mælir til at umhugsa lóggávu um aðrar serligar kanningarnevndir enn tær, sum ber til at seta í Føroyum nú.

Víst verður til donsku lógina frá 1999 um kanningarnevndir, har sum løgmálaráðharrin velur fólk í kanningarnevndir og fólk, sum spyr ella avhoyrir í nevndini ella í rættinum.

Mælir til at endurskoða lógirnar um grunnar og eftirlit

Grein 19 nevndin mælir eisini til at endurskoða lógirnar um sparikassagrunnar og eftirlit við teimum og dagføra lógina um vinnurekandi grunnar, so hon verður greiðari enn hon er nú.

Lóggávan um sparikassagrunnar má gerast greiðari fyri at sleppa undan misskiljingum og skeivum tulkingum, og sparikassagrunnar eiga at koma undir meira útgreinað eftirlit eins og er við bankunum.

Slíkar skerpaðar reglur eiga eisini at verða settar í verk fyri onnur stór fíggjarsamtøk, sum eru skipað eftir øðrum reglum enn vinnugrunnalóg og lógini um fíggjarligt virksemi.

Fýlist á at nevndin ikki fekk tilfar

Grein 19 nevndin heldur eisini, at Føroyar mugu hava lóggáva um grunnar, sum ikki eru vinnurekandi. Grein 19 nevndin fýlist á, at hon fekk ikki tilfar, sum hon bað um úr Danmark.

Peningastovnarnir í Føroyum eru undir danskari lóg. Tær lógir, sum geva innlit í bankamál, geva eftir danskari meting ikki føroysku Grein 19 nevndini rætt til innlit.

Grein 19 nevndin hevur ikki somu meting. Hon mælir til at skapa greiðari lógargrundarlag fyri at tryggja, at Grein 19 nevndir í framtíðini fáa innlit í skjøl hjá donskum myndugleikum, hóast talan er um málsøki, sum ikki eru yvirtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948