Eydnaðist ikki at enda trotabúgvið

Eydnaðist ikki at enda trotabúgvið
Mótmæli móti samsýningini hjá bústjórunum gjørdi, at ikki bar til at enda trotabúgvið Faroe Seafood í dag. Samsýningin er 6,13 mió. krónur
Tað eydnaðist ikki et enda skjótt fimm ára gamla trotabúgvið Faroe Seafood í Skiftirættinum í dag
 
21.08.2015 - 14:58

Tað eydnaðist ikki et enda skjótt fimm ára gamla trotabúgvið Faroe Seafood í Skiftirættinum í dag.

Tveir advokatar, sum umboðaðu kreditorar hjá Faroe Seafood, hildu, at samsýningin, sum bústjóratoymið innstillaði til Skiftirættin, er ov stór.

Samsýningin 6,13 mió. kr.

Samsýningin er seks milliónir og 130.000 kr. Skiftirætturin boðaði frá, at hann tekur avgerð um tann spurningin tann 11. september.

Skiftirætturin kunngjørdi tann 20. juli, at endaligur skiftifundur um Faroe Seafood skuldi vera í dag, 21. august.

Men av tí at ivi varð reistur um arbeiðið hjá bústjórunum, bæði at tað kostar ov nógv og hevur tikið ov langa tíð, bar ikki til at góðkenna búroknskapin í dag.

Lønarkrøvini hava framíhjárætt

Øll lønarkrøvini móti trotabúnum, 650 í tali, eru viðgjørd. Lønarkrøvini hava framíhjárætt til pengar úr trotabúgvum. Fólk fáa tað, sum tey, ella fakfelag teirra, kunnu skjalprógva, at tey eiga til góðar.

Góðtaka bústjórarnir kravið, innstilla teir kravið til góðkenningar í Skiftirættinum. Alt hetta er at kalla liðugt í trotabúnum Faroe Seafood. Eftir eru so vanligu krøvini.

Í trotabúnum Faroe Seafood eru hundrað vanlig krøv, okkurt um 80 mió. kr. Tey fáa stívliga ein fjórðing av tí, tey eiga til góðar, tí fleiri pengar eru ikki eftir í búnum.

Gjørdu fleiri royndir at bjarga fyritøkuni

Í kunngerðini um fundin í Skiftirættinum í dag stóð, at divendan, býtispeningurin, er 26,3 prosent til vanligu krøvini, men endaliga talið verður eitt øðrvísi enn tað.

Stóra fiskivinnufyritøkan Faroe Seafood fór á húsagang fyrst í desember í 2010, eftir nakrar miseydnaðar royndir tá um heystið at fáa nýggjar íleggjarar at seta pengar í felagið ella keypa tað fyri at sleppa undan húsaganginum.

Millum annað vóru samráðingar við eitt samtak hjá Varðanum, Framherja og íslendska Samherja. Upplýst varð í Skiftirættinum, at eitt grannskoðaravirki og eitt advokafelag fingu góðar 280.000 kr. fyri at vera við í hesum royndum at bjarga samtakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948