Handilsvinnufelagið vil steðga innflutningi

Handilsvinnufelagið vil steðga innflutningi
Mitt í føroyska valstríðnum heitir Handilsvinnufelagið á politisku skipanina at steðga innflutningi av vørum undir 300 krónur
Mitt í valstríðnum heitir føroyska handilsvinnan á politisku skipanina um at fáa javnsett føroysku handilsvinnuna við útlendska handilsvinnu
 
19.08.2015 - 16:03

Tað skal ikki longur verða loyvt at innflyta pakkar til Føroya við virði undir 300 kónur uttan at gjalda mvg og toll, heldur Handilsvinnufelagið.

Mitt í valstríðnum heitir føroyska handilsvinnan á politisku skipanina um at fáa javnsett føroysku handilsvinnuna við útlendska handilsvinnu.

Handilsvinnufelagið heldur, talan er um ójavna kapping, og at mismunur er í kappingarfortreytunum, tá ið smærri pakkar úr útlandinum verða frítiknir fyri MVG og toll.

Halda at treytirnar eru misjavnar

Handilsvinnan sigur seg einki hava ímóti at fólk keypa á netinum. Hetta er eitt altjóða rák, sum er komið fyri at verða. Handilsvinnan ynskir bert, at tað skal vera undir somu treytum, sum tá keypt verður í Føroyum.

Hóast tað er búskaparlig framgongd, so sæst eingin serligur vøkstur í handilsvinnuni. Innflutningurin í vinnuni stendur stórt sæð í stað, sigur Handilsvinnufelagið

Handilsvinnufelagið kundi hugsað sær at vita, júst hvussu nógvir pakkar við einum virði undir 300 krónur koma inn í landið. Hetta er ikki møguligt, tí hvørki Posta ella TAKS fremja slíka skráseting.

Felagið hevur tað grundsjónarmið, at antin er MVG á eini vøru, ella er tað ikki. Munur eigur ikki at vera á, um vøran er keypt í Føroyum ella úr útlandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948