Russland víðkar handilsbann

Russland víðkar handilsbann
Russland hevur í dag víðkað sítt handilsbann til eisini at umfata vørur úr Íslandi. Handilsbannið kann fáa avleiðingar fyri prísin á fiski
 
13.08.2015 - 17:52

Russiski forsetisráðharrin, Dimitry Medvedev, almannakunngjørdi boðini um handilsbannið í dag, sambært tíðindastovuni, Reuters.

Víðkaða handilsbannið kann fáa avleiðingar fyri eitt nú prísin á fiski, um íslendski fiskaútflutningurin til Russland verður umfataður av banninum.

Íslendskir myndugleikar hava enn ikki fingið greitt svar frá russum um hetta. Ísland er ikki einasta nýggja landið á russiska svartalistanum.

Fleiri onnur lond eisini á listanum

Albania, Montenegro og Liechtenstein eru sambært Reuters eisini á listanum yvir lond, sum ikki sleppa at útflyta vørur til Russlands.

Ukraina er eisini á listanum, men ukrainska handilsbannið er treytað av, at Ukraina undirskrivar eina samstarvsavalu við ES.

Russiska bannið er eitt aftursvar til londini sum setti handilstiltøk í verk móti Russlandi í sambandi við stríðið millum Russland og Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389