Grønland framvegis ein avbjóðing hjá BankNordik

Grønland framvegis ein avbjóðing hjá BankNordik
Bæði tá ræður um at vinna pening og fáa vøkstur í virksemið í Grønlandi hevur BankNordik avbjóðingar, skrivar grønlendskt blað
Tað er framvegis trupult hjá BankNordik at vinna pening í Grønlandi. Afturgongdin frá 2012 til 2014 var næstan 30 prosent, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq
 
06.08.2015 - 08:29

Grønland er framvegis ein avbjóðing hjá BankNordik, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq, sum viðger hálvársroknskapin hjá BankNordik.

Hálvársroknskapurin varð kunngjørdur í gjár. Bæði tá ræður um at vinna pening og fáa vøkstur í virksemið í Grønlandi hevur BankNordik avbjóðingar.

Næstan 30 prosent afturgongd í tvey ár

Sermitsiaq vísir á, at frá 2012 til 2014 vóru næstan 30 prosent afturgongd í vanliga bankavirkseminum, so sum útlán. Og gongdin helt fram fyrra hálvár í ár.

Útlánini minkaðu 47 milliónir niður í 689 mió. kr. Men hetta er hálvárið. Í øðrum ársfjórðingi, frá 1. apríl til 30. juni, var framgongd, tá bankin lænti út 23 milliónir meira í Grønlandi enn í fyrsta ársfjórðingi.

BankNordik í Grønlandi hevði átta milliónir krónur í vinningi fyri skatt fyrra hálvárið 2015, tvær milliónir minni enn í fjør. BankNordik samtakið hevði 79 milliónir krónur í vinningi fyri skatt fyrra hálvár í ár.

SÍ EISINI Lakari hálvár enn í 2014

Hálvársúrslitið hjá samtakinum, sum umframt í Føroyum og Grønlandi virkar í Danmark og Íslandi, var heldur lakari enn fyrra hálvár í fjør, tá BankNordik hevði 85 milliónir í yvirskoti fyri skatt.

Sambært BankNordik sæst aftur í hálvársúrslitinum í ár, at bankin rindaði 14 milliónir krónur í uppsagnarlønum eftir bygnaðarbroytingar í mai. Annan ársfjórðing í ár hevur BankNordik eisini staðfest eitt kurstap á 40 milliónir krónur.

Leiðslan í BankNordik væntar tó framvegis, at vinningurin í ár verður, tá avtornar, millum 200 og 240 milliónir krónur fyri niðurskrivingar, útreiðslur, sum bara skulu rindast einaferð, virðisjavnan og skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389