Kanna hvussu Atlantic Petroleum kann umskipast

Kanna hvussu Atlantic Petroleum kann umskipast
Nevndin í Atlantic Petroleum hevur biðið leiðsluna kanna, hvussu felgið kann umskipast, so virðið á partabrævinum hækkar aftur
Nevndin í Atlantic Petroleum hevur biðið leiðsluna kanna, hvussu felgið kann umskipast, so virðið á partabrævinum hækkar aftur
 
03.08.2015 - 08:12

Stórar avgerðir mugu takast fyri at bjarga partaeigarunum í Atlantic Petroleum. Ein møguleiki er at selja felagið. Ein annar møguleiki er samanlegging.

Atlantic Petroleum boðar frá í morgun, at nevndin í felagnum hevur biðið leiðsluna kanna, hvussu felagið kann umskipast, so virðið á partabrævinum hækkar.

Norskur banki skal ráðgeva

Í fráboðan til keypsskálarnar í morgun verður nevnt, at ein møguleiki er at selja Atlantic Petroleum, ella leggja felagið saman við annað felag ella onnur feløg. Ein annar møguleiki er, at felagið heldur fram við verandi strategi sum sjálvstøðugt felag.

Atlantic Petroleum hevur biðið norska bankan Pareto Securities AS vera fíggjarligur ráðgevi í tilgongdini, sum skal geva partaeigarunum í Atlantic Petroleum meira fyri partabrævið.

Í síðstu viku seldi Atlantic Petroleum sín part, tíggju prosent, í trimum loyvum í bretskum øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948