Fleiri nýggir bilar innfluttir

Fleiri nýggir bilar innfluttir
Føroyingar keypa fleiri bilar í ár enn í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. Hinvegin eru færri brúktir bilar innfluttir
Fleiri nýggir bilar eru innfluttir fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør, vísa nýggjastu tølini
 
03.08.2015 - 10:20

Vøksturin fyrra hálvár er 17,4 prosent sammett við 2014, upplýsir Akstovan. Til 1. august komu 1504 nýggir bilar til Føroya, 223 fleiri enn í fjør.

Bara í juli komu 224 nýggir bilar til landið, ella í miðal sjey um dagin. Brúktir bilar koma eisini hendanvegin, men teir eru ikki so nógvir, og teir eru nógv færri enn í fjør.

SÍ EISINI Innflutningur: 28 prosent fleiri bilar innfluttir

Til 1. august vórðu 126 brúktir bilar keyptir til Føroya, 52 færri enn í fjør, sambært Aktsovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948