- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki grundarlag at selja frystitunlar uttan útboð
Býráðið í Fuglafirði kann ikki selja Bergfrosti tveir frystitunlar uttan at tunlarnir verða bodnir út í fríari sølu - ikki við teimum grundgevingum, sum Kommunala eftirlitið hevur fingið í umsóknini frá býráðnum.
Sum málið er lýst fyri Kommunala eftirlitinum ber ikki til at geva undantak frá kunngerðini um alment útboð hjá kommununum.
Kommunala eftirlitið hevur tó ikki givið býráðnum boð um at bjóða frystitunlarnar út.
Men við teimum upplýsingum um málið, sum Kommunala eftirlitið hevur fingið, ber ikki til at geva undantak frá regluni um alment útboð, sigur Hilmar Høgenni, leiðari á Kommunala eftirlitinum, sum nú er í Almannamálaráðnum.
Vinnunevndin og Tekniska nevnd í býráðnum í Fuglafirði fóru fyrrapartin á fund um støðuna.
Seljast fyri sjey milliónir
Meirilutin í býráðnum í Fuglafirði samtykti í mars at selja Bergfrosti tveir frystitunlar fyri sjey milliónir krónur uttan at geva øðrum møguleika at bjóða upp á tunlarnar.
Havsbrún leigar tunlarnar frá kommununi, annan til 2024 og hin til 2030.
Í 2012 seldi kommunan Bergfrosti hinar tríggjar frystitunlarnar fyri átta milliónir krónur.
Tá varð eisini sett spurnartekin við prísin, tað gjørdu Kappingarráðið og minnilutin í býráðnum millum annað.
Men Innlendismálaráðið gav undantaksloyvi til at selja.
Tá vóru tunlarnir lýstir til sølu alment, men tað var í 2009. Eittans boð kom, tað var frá Bergfrosti og tað var fimm milliónir krónur.
Grótið úr tunlunum verður sagt at vera grundgevingin fyri, at tað er ein góður handil hjá Fuglafjarðar kommunu at selja frystitunlar, sum kostaðu 27 mió. kr. at gera, fyri 15 milliónir krónur.