Heldur meira av svartkalva

Heldur meira av svartkalva
Magnus Heinason hevur fingið meira av svartkalva enn í fjør, sum var eitt gott ár
 
20.06.2015 - 10:05

Magnus Heinason fekk væl av svartkalva á royndartúrinum um mánaðrskiftið. Heldur meir enn í fjør, sum var eitt gott ár.

Eisini meira av øðrum fiskasløgum

Meir var eisini at fáa av øðrum fiskasløgum, hóast talan var um smáar nøgdir, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Føðin hjá svartkalva var í høvuðsheitum svartkjaftur, meðan tað kom fyri, at onkur einstakur hevði etið makrel ella sild. 

Úrslitini bendu á, at svartkalvin veksur bert umleið 2,5 cm um árið, og tað samsvarar væl við vøksturin frá merkingarroyndum.

Millum 7 og 13 ára gamlir

Flestu svartkalvarnir vóru millum 7 og 13 ára gamlir; svartkalvi 8 ára gamal var umleið 48 cm langur, meðan 13 ára gamal svartkalvi var 64 cm langur.

Á túrinum vóru 29 hál gjørd ymsastaðni kring oyggjarnar á túrinum sum vardi frá 28. mai til 9. juni, sæst á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948