- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skansabryggjan 150 miljónir dýrari, enn sagt varð
Skansabryggjan í Havn fer at kosta hálvt annað hundrað milliónir krónur meira enn sagt varð, tá ætlanin um stóru havnarútbyggingina varð kunngjørd á tíðindafundi fyri tveimum árum síðani.
Tá varð sagt, at útbyggingin fór at kosta 350 mió. kr. Nýggj kostnaðarmeting sigur, at útbyggingin fer at kosta knappliga 500 milliónir krónur.
Tað varð upplýst í sendingini Radaranum í Útvarpinum í gjár.
Skera av verkætlanini
Í sendingini segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at kannað verður, um til ber at skera verkætlanina til, so hon ikki fer at kosta so nógv.
Hann segði eisini, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út 1. oktober.
Men býráðið skal hava ið hvussu so er tvær góðkenningar fyrst.
16 viðmerkingar til verkætlanina
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal staðfesta broytingarnar í byggisamtyktini fyri økið, har byggjast skal.
Broytingarnar, sum býráðið hevur samtytk, hava ligið alment frammi. Freistin er farin, og býráðið fekk 16 viðmerkingar, mótmæli og broytingaruppskot.
Yvirfriðingarnevndin tekur støðu
Yvirfriðingarnevndin skal góðkenna verkætlanina. Nevndin hevur fund síðst í juni. Verður avgerðin um Skansabryggjuna ikki tikin tá, kemur hon ikki fyrr enn eftir summarfrítíðina, segði Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini, í Radaranum.
Hoyr sendingina her: Radarin: Brotasjógvar yvir Skansabryggjuna