- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu selja ræst og turt í sjey mánaðir meira
Í staðin fyri at útseta gildiskomuna til 1.juni næsta ár, vil Vinnunevndin hava hana útsetta til 1.januar 2017, so partarnir hava tíð til at finna skilagóða og varandi loysn.
Tey, sum selja ræst ella turt kjøt, hava í øllum førum ikki fyri neyðini at fáa sær løggilding fyri 1.juni.
Sambært matvørulógini skuldu tey, sum selja ræst ella turt kjøt frá 1.juni í ár kunna prógva, at kjøtið stavar frá løggildum hjalli og sláturvirki, tá tað verður selt handlum og matstovum.
Men Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur biðið løgtingið leingja hesa freist til 1.juni 2016.
Øll hava vitað í fimm ár, - tað er síðani matvørulógin kom, at undantakið fór úr gildi 1.juni í ár.
Ov lítið at velja ímillum
Men kokkar og onnur í matstovuvinnuni stúra fyri, at útboðið av siðbundnum føroyskum matvørum verður ov avmarkað, tá kravið um løggildar hjallar og sláturvirki kemur í gildi.
Ein arbeiðsbólkur varð tí settur í desember 2013 at kanna møguligar óhepnar avleiðingar.
Arbeiðsbólkurin gjørdi ikki nakra endaliga niðurstøðu, men mælti til, at meira verður kunnað um málið.
Útseta kravið
Tí mælir landsstýrismaðurin nú til at útseta kravið til ræst ella turt kjøt eitt ár.
Endamálið er at fáa málið lýst nærri, sigur landsstýrismaðurin.
Kunnað verður um, hvussu framleiðslan skal skipast, so hon kann verða løggild.