Bíligari hjá íverksetarum at stovna feløg

Bíligari hjá íverksetarum at stovna feløg
Á ólavsøku kemur uppskot, sum skal hjálpa íverksetarum at stovna felag við minni byrjanarkapitali enn partafeløg krevja.
 
08.05.2015 - 08:03

Johan Dahl hevur lovað at lata løgtinginum uppskotið, ið skal hjálpa íverksetarum, á ólavsøku.

Tað fekk Vinnunevndin at vita, tá hon viðgørdi uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi um iverksetarafeløg.  

Meirilutin í nevndini, samgonguumboðini, mæla tí frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi og heldur bíða til á ólavsøku, tá landsstýrismaðurin kemur við sínum uppskoti.

Uppskotið hjá Johan Dahl verður sent til hoyringar nú í mai. 

Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi eiga íverksetarar at kunna stovna vinnufelag við einari krónu í innskoti.

Fyri at stovna smápartafelag er kravið minst 80.000 kr. í partapeningi, og partafeløg krevja hálva millión í partapeningi. 

Bæði Vinnuhúsið og Íverksetarahúsið taka undir við hugskotinum um iverksetarafeløg.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947