Boring í Norskahavinum byrjað

Boring í Norskahavinum byrjað
Faroe Petroleum boðar frá, at nú verður Bister leitibrunnurin í Norskahavinum boraður, sum Faroe eigur 7,5 prosent í
Boringin í Bister leitibrunninum er nú byrjað, boðar Faroe Petroleum frá. Myndin hevur ikki samband við leitingina í Bister brunninum
 
28.04.2015 - 11:58

- Felagið er fegið um, at Bister Leitibrunnurin nú verður boraður, sum ein uppfylgingarbrunnur til tað týðandi Snilehorn fundið á sama loyvi og nær við Njord undirstøðukervi, sigur Graham Stewart, forstjóri, sambært fp.fo

Borað verður eftir kolvetnum í somu jarðarløgum, sum Hyme og Snilehorn keldurnar eru, tí seismiskar kanningar benda á, at Bister leitimiðið líkist hesum báðum keldunum.

Statoil, ið eigur ein góðan triðing av brunninum, er fyristøðufelag, og tað verður Trans-ocean Spitzbergen boripallurin, sum verður nýttur til boringina. Havdýpið, har borað verður, er 260 metrar.

Bister leitimiðið liggur á sama teigi sum Hyme framleiðslueindin, og har Snilehorn fundið varð gjørt í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947