- Tíðindi, mentan og ítróttur
7,5 prosent meira útgoldið í lønum
7,5 prosent meira útgoldið í lønum
Vøksturin í lønarútgjaldingum heldur fram. Fyrsta ársfjórðing í 2015 vórðu 136 milliónir fleiri útgoldnar sammett við sama tíðarskeið í fjør

Fyrsta ársfjórðingin í 2015 vórðu útgoldnðar 1.959 milliónir krónur í lønum í Føroyum, 136 milliónir meira enn sama tíðarskeið í 2014
13.04.2015 - 11:40
Fyrsta ársfjórðingin í 2015 vórðu útgoldnðar 1.959 milliónir krónur í lønum í Føroyum, vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.
Samanborið við sama tíðarskeið í 2014, vórðu 136 milliónir krónur fleiri útgoldnar í lønum í Føroyum í mun til sama tíðarskeið í 2014.
Umroknað til prosent, svarar tað til ein vøkstur uppá 7,5 prosent samanborið við somu mánaðir í fjør, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV