- Tíðindi, mentan og ítróttur
Funnið gass í norskum sjógvi

Total Norge er fyristøðufelag á leitimiðinum, sum liggur í norska partinum í Norðsjónum. Leitibrunnurin er eitt lítið gassfund, men gassið er av sera góðari góðsku, sigur Faroe Petrolium.
Mett verður, at millum tríggjar og tíggju milliónir tunnur av oljulíknandi evnum kunnu fáast tilvega, og av hesum fær Faroe Petroleum 0,6 til 2,0 milliónir tunnur netto.
Fegnast um úrslitið
Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið fegnast um úrslitið av Skirne East brunninum, hóast støddin á fundinum er minni enn væntað. Brunnurin verður nú typtur og fráfarin, og partarnir, sum eiga í honum, fara at viðgera eina møguliga útbygging.
Í komandi mánaðum verður byrjað at bora tann fyrsta av tveimum uppfylgingarbrunnum á Pil fundinum, sum Faroe Petroleum eigur 25 prosent í.
Síðani verður borað á Bister leitimiðinum, sum eisini er ein uppfylgingarbrunnur á Snilehorn fundinum, sum liggur tætt við Njord leiðina.
Total Norge eigur 40 prosent í leitimiðinum, Centrica 20 prosent, Det norske 20 prosent og Faroe Petroleum eigur 20 prosent.