TF Holding 141 mió. kr. í avlopi eftir skatt

TF Holding 141 mió. kr. í avlopi eftir skatt
TF Holding hevði 141 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Størsta partin av vinninginum eigur Eik Banki, 101 millión
TF Holding hevði 141 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Eginpeningurin hjá TF Holding er nú 2,8 mia. kr.
 
26.03.2015 - 08:35

Tryggingarfelagið Føroyar hevði sjey milliónir krónur í avlopi eftir skatt og Betri Pensjón fýra milliónir. Íløgurnar hjá TF Holding, TF Íløgum og TF Ognum góvu 23 milliónir krónur í vinningi í fjør. Eginpeningurin hjá TF Holding er nú 2,8 mia. kr.

- Avlopið hjá TF Holding er gott, serliga tá hugsað verður um kappingina millum bankar og tryggingarfeløg, sum er harðnað nógv farna árið, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding samtakinum.

Samtakið væntar, at avlopið í ár verður millum 70-110 milliónir krónur fyri skatt. Fyri skatt var avlopið í fjør 174 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947