Samstarv skal steðga ólógligum fiskiskapi

Samstarv skal steðga ólógligum fiskiskapi
Trý Norðurlond eru við í nýggja samstarvinum um at steðga ólógligum fiskiskapi. Samstarvið byrjaði í gjár
Noreg hevur tikið stig til at fáa í lag samstarvið og fekk við sær Bretland, Týskland, Niðurlond, Írland, Danmark og Ísland
 
26.03.2015 - 11:45

Samstarvið er millum fiskivinnumyndugleikar, tollvald og skattavald í londunum, sum eru við. Londini hava bundið seg til at lata hvørt øðrum upplýsingar um millum annað pengaflytingar.

Noreg tók stigið til at fáa í lag samstarvið og fekk við sær Bretland, Týskland, Niðurlond, Írland, Danmark og Ísland, kunnger norska reiðarafelagið.

Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, sigur, at endamálið er at taka tey, sum standa fyri ólógliga fiskiskapinum og fiskasøluni, og ikki bara skipini.

Mett verður, at ólógliga veiddur fiskur verður seldur fyri okkurt um 140 milliardir krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947