Brúkaraumboðið hartar Atlantic Airways

Brúkaraumboðið hartar Atlantic Airways
Atlantic Airways hevur rættað upplýsingarnar á heimasíðuni um rættin at fáa endurgoldið ferðaseðilin, angrar kundin keypið keypið innan 24 tímar
Tað skal eingin ivi verða um, at tað er ókeypis fyri kundar at iðra seg um keyp, áðrenn 24 tímar eru farnir. Tí vil Brúkaraumboðið hava Atlantic Airways at rætta treytirnar fyri keypi av flogferðaseðlum á atlantic.fo
 
26.03.2015 - 10:30

Tað hendir, eftir at brúkaraumboðið hevur gjørt Atlantic Airways vart við, at felagið á heimasíðuni bæði hevði upplýst, at kundin hevði rætt til fult endurgjald fyri ferðaseðilin, tá angrirætturin varð brúktur, og at kundin skuldi rinda 150 krónur í avgreiðslugjaldi fyri at gera brúk av angrirættinum.

Brúkaraumboðið vísti til marknaðarføringarlógina, sum sigur tað ikki vera loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burtur týðandi upplýsingar í lýsingartilfari.

Atlantic Airways hevur boðað Brúkaraumboðnum frá, at felagið rættar upplýsingarnar á heimasíðuni, so eingin ivi er um, at kundar sum angra eitt ferðaseðlakeyp innan 24 tímar, fáa allan kostnaðin afturrindaðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947