Atlantic Petroleum eisini hall í fjør

Atlantic Petroleum eisini hall í fjør
Orsøkin er fyrst og fremst lækkaði oljuprísurin, sigur felagið í fráboðan í morgun
Ben Arabo er stjóri í Atlantic Petroleum
 
25.03.2015 - 07:59

Atlantic Petroleum hevði slakar 220 mió. kr. í halli í fjør eftir skatt. Orsøkin er fyrst og fremst lækkaði oljuprísurin, sigur felagið í fráboðan í morgun.

Framleiðslan hjá Atlantic Petroleum var 1605 tunnur í miðal um dagin í fjør. Í ár verður framleiðslan eitt sindur minni, væntar felagið.

Atlantic Petroleum virkar í Bretlandi, Írlandi og Noregi og eigur í 37 loyvum.   

2014 var eitt hendingaríkt ár hjá Atlantic Petroleum, millum annað varð gass funnið í bretskum øki og í norskum øki.

Men lági oljuprísurin kom illa við hjá felagnum, sum millum annað letur aftur skrivstovuna í Havn í summar.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947